Fløgan hjá Guðrun Sólju Jacobsen liggur aftur hesa vikuna sum nummar 2 á almenna danska hitlistanum.
»Quiet Storm«, sum útgávan kallast, kom beinleiðis inn sum nummar tvey í síðstu viku. Tá var mett, at Guðrun skuldi havt møguleika at enda heilt á toppinum hesa vikuna, men tað vísir seg, at rockbólkurin Big Fat Snake er drúgvur á listanum.
Fløgan »One Night of Sin« hjá bólkinum er aðru vikuna á rað nummar 1 á listanum, sum byggir á sølutølini í plátubúðunum.
Og tí má Guðrun lata seg noyða við næstfremsta plássið á listanum, men tað er nú heldur ikki tað ringasta.
Hon liggur í øllum førum frammanfyri nøvn sum Robbie Williams, Justin Timberlake og Shubidua.