Ísland vann týðandi sigur

Við tveimum málum frá Gylfa Sigurdsson, tryggjaði Ísland sær í kvøld týðandi stig í HM-undankappingini

Stórt trýst var á Íslandi í kvøld, eftir at Ísland um vikuskiftið heldur óvæntað setti stig til í útidystinum móti Finnlandi. Kravið undan dystinum móti Ukreina í kvøld var ein sigur, um Ísland skuldi hava vónir um at koma til HM í Russlandi komandi summar.

 

Tað eydnaðist eisini Íslandi at liva upp til trýstið. Ísland vann nevniliga 2-0 í heimadystinum móti Ukreina við tveimum málum frá Everton leikaranum, Gylfa Sigurdsson.

 

Bæði málini í dystinum komu í seinna hálvleiki. Fyrra málið kom beinavegin í seinna hálvleiki, tá Gylfi Sigurdsson var fyrstur á einum innleggið, sum ukreinski málverjin ikki megnaði at halda. Seinna málið kom 20 minuttir seinni, tá Gylfi Sigurdsson við vinstra beininum avsluttaði eitt íslendskt skjótálop væl.

 

Við 2-0 sigrinum hjá Íslandi - samstundis sum Kroatia tapti, eru Ísland og Kroatia nú jøvn í stigum á fremsta plássinum í bólkinum. Tó hevur Kroatia ein betri málmun, sum ger at teir liggja á fyrsta plássinum. Tvey stig aftanfyri tey bæði eru Turkaland og Ukreina.

 

Ísland fær í komandi dystinum eina trupla uppliving. Tá skal Ísland spæla á útivølli móti Turkalandi, sum higartil ongan dyst hevur tapt tá teir hava spælt á heimavølli í hesari HM-undankappingini.

 

Ísland - Ukreina 2-0 (0-0)

1-0 Gylfi Sigurdsson, 47.

2-0 Gylfi Sigurdsson, 66.