Ísland vann Bókmentavirðisløn Útnorðurráðsins

Íslendska Kristín Helga Gunnarsdóttir fekk í gjár Bókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri bókina Spøkilsisspor. Í uppskoti úr Føroyum var Apollonia eftir Edward Fuglø


Í gjár fekk vælumtókti íslendski rithøvundurin Kristín Helga Gunnardóttir handað Bókmentavirðisløn Útnorðurráðsins á 60.000 krónur fyri bókina Spøkilsisspor.

Bókin er týdd til bæði føroyskt, danskt og grønlendskt og verður at fáa í bókabúðunum í næstum. 



Bók til ung

Í grundgevingini fyri at lata íslendska rithøvundanum virðislønina fyri bókina Spøkilsisspor varð millum annað sagt:

- Við bókini hevur Kristín Helga Gunnarsdóttir gravað í gomlum sagnum og skapað eina fiktiva søgu um fornu støðini, sum ger lesararn forvitnan eftir at vita meir um tað, sum fer fram á hesum støðum.

Harttil vísti dómsnevnin á, at bókin eisini snýr seg um vanligar trupulleikar, sum ung ofta dragast við. Bókin nemur eitt nú við, hvussu torført tað kann vera at laga seg til tær relgur, sum foreldur og samfelagið seta, og hvussu tað ávirkar børnini og tey ungu, tá foreldrini fara frá hvørjumøðrum.

Kristín Helga Gunnarsdóttir hevur skrivað fleiri enn 10 barna- og ungdómsbøkur og er ein av mest lisnu rithøvundunum millum ung í Íslandi. 



Føroyar væl við

Hetta er fjóðru ferð, Bókmentavirðisløn Útnorðurráðsins verður latin. Virðislønin verður latin annaðhvørt ár, og føroyskir høvundar hava ikki smæðst burtur millum uppskotini, sum hava verið.

Í 2006 fekk Bárður Oskarsson virðislønina fyri bókina Ein hundur, ein ketta og ein mús.

Føroyska uppskotið hesuferð var bókin Apollonia eftir Edward Fuglø, meðan uppskotið úr Grønlandi var bókin Abct eftir Julie Edel Hardenberg.

Í dómsnevndini sita Oddfríður Marni Rasmussen, Føroyar, Vera Lise Rosing Olsen, Grønland og Silja Aðalsteinsdóttir, Ísland