Ísland umhugsar at stevna Bretlandi

Støðan í Íslandi er sera trupul og minst líka so álvarslig, sum tann Føroyar upplivdi fyrst í nítiárunum. Hetta sigur íslendski forsætisráðharrin, Geir H. Haarde, við Sosialin og Rás2. Hann afturvísir ikki, at tað kemur eitt løgfrøðisligt eftirspæl mótvegis bretska statinum, hvørs stjórn nýtti eina antiyvirgangslóg til at yvirtaka ein íslendskan dóttirbanka í Bretlandi. Ein atsøkn ið var beinleiðis orsøkin til, at íslendska fíggjarkervið varð skotið í skeljasor og harvið førdi til ta oyðileggjandi fíggjarkreppuna, sum herjar landið í løtuni

Fíggjarkreppan

 

Íslendski forsætisráðharrin hevur ikki havt eina róliga løtu, síðani fíggjarkreppan rakti Ísland við einum hamaraslagi fyri eini góðari viku síðani. Umframt at vera upptikin av fundarvirksemi nærum døgnið runt, hevur Geir H. Haarde havt dagligar tíðindafundir fyri teirri spyrjandi pressuni, ið vil hava greiði á, hvat tað veruliga er, sum er hent í Íslandi, og hvat stjórnin ætlar sær at gera fyri at koma burtur úr kreppuni.

Ongin ivi er um, at tað landið í heiminum, har fíggjarkreppan hevur rakt serliga meint, er Ísland. Í eini roynd at svara uppá, hvat tann djúpra orsøkin er til skrædlið, sigur Geir H. Haarde, at teir íslendsku bankarnir vóru blivnir ov stórir í mun til landsins búskap.

- Í hesi álvarsligu støðuni var tað ikki møguligt hjá íslendska statinum at bjarga bankunum. Nú eru vit í gongd við at umskipa alla fíggjarvinnuna her á landi, og høvuðsuppgáva okkara er at fáa eitt fíggjarkerv upp at standa, ið virkar, og sum dekkar tann tørv, vit hava í Íslandi. Hetta er ikki nøkur løtt uppgáva at loysa, men eg kenni meg sannførdan um, at tá vit eru komin ígjøgnum hesa prosess, sær framtíðin bjørt út fyri Ísland, sigur Geir H. Haarde, forsætisráðharri.

 

Hann vísir á, at Ísland hevur stór náttúrugivin ríkidømi, sum til dømis fisk og nógvan hita og orku í undirgrundini. Landið er vakurt og lokkandi fyri ferðafólk, umframt at íslendingar eru væl útbúnir.

Tað er stór vreiði hjá íslendsku myndugleikunum og í fíggjarvinnuni um tað, sum bretska stjórnin gjørdi, tá Gordon Brown, forsætisráðharri, fekk eina antiyvirgangslóg samtykta, ið gav bretsku myndugleikunum møguleika til at yvirtaka ein íslendska dóttirbanka í Bretlandi. Hetta váttar Geir H. Haarde.

- Nú kunnu vit ikki leggja alla skuldina fyri kreppuna yvir á bretar, men tað var ein sera óvinarlig atsókn móti okkum, sum bretski forsætisráðharrin tók stig til. Stjórnin yvirreagerði fullkomiliga við at gera hatta. Vit er ógvuliga óð um, at Gordon Brow nýtti eina antiyvirgangslóg fyri at taka bankan. Harafturat eru bretar komnir við sera negativum útsagnum móti Íslandi, og hetta eru vit rættiliga hørm um.

Fara tit íslendingar at koma við ein rættarligum eftirspæli mótvegis bretum?

- Hetta vil eg ikki avvísa, er stutta svarið hjá íslendska forsætisráðharranum.

Arbeitt verður við at finna eina fíggjarliga skipan, ið skal loysa íslendsku búskaparkreppuna, og fleiri møguligar loysnir verða nevndar her: At fáa russar inn at fíggja, at søkja hjálp hjá norðurlendsku tjóðbankunum ella at fáa norska oljugrunnin at koma við eini saltvatnsspræning í íslendsku fíggjarvinnuna. Ein annar møguleiki, sum eisini verður nevndur, er at fáa teir sterku íslendsku pensjónsgrunnarnar at gera íløgur í bankarnar og harvið bjarga teimum. Hesum eru leiðslurnar í pensjónsgrunnunum fyribils ikki serliga heitar fyri.

- Vit arbeiða við øllum møguleikum. Í løtuni samráðast vit við russar, men um tað kemur nakað ítøkiligt burtur úr hesum samráðingum, er ov tíðliga at siga nakað um enn, sigur Geir H. Haarde.