Í dag er íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, í New York og heldur fyrilestur um umhvørvi og veðurlagsbroytingar. Í fyrilestrinum, sum Carnegie Council skipar fyri, og sum verður sendur beineliðis í amerikonskum útvarpi, greiddi forsetin frá teimum ovurstóru avleiðingunum av veðurlagsbroytingunum. Hann legði dent á, hvussu umáðandi tað er, at lond samstarva og vísti í hesum viðfangi á altjóða havrættarsáttmálan sum eitt gott dømi um, at lond kunnu samstarva um mál av felags áhuga.
Men íslendski forsetin hevði eisini onnur ørindi í New York enn at tosa um umhvørvi og veðurlag. Ísland hevur søkt um limaskap í trygdarráðnum hjá ST, og á ferðini í New York skal Ólafur Ragnar Grímsson hitta sendiharrar úr Norðurlondum og londunum við Eystrasalt fyri at fáa stuðul haðani.
Herfyri var íslendski forsetin á almennari vitjan í Meksiko, og tá bað hann Felipe Calderón, forseta stuðla íslendsku umsóknini um sæti í ST-trygdarráðnum.