Ísland til sølu ? uttan Björk

- Vøkur náttúra og áhugavert djóralív við góðum møguleikum fyri rossabaksríðing, men ein fíggjarstøða sum hevur tørv á hjálp. Soleiðis royndi ein tvætlandi seljari at marknaðarføra Ísland á ebay.

 

Kenda songkvinnan Björk var sambært seljaranum ikki partur av søluni.

 

Fyrsta boðið upp á Ísland var fimm krónur, men seinni fóru prísurin heilt upp á 90 milliónir krónur.

 

Bjóðararnir høvdu eisini nakrar skemtiligar viðmerkingar til søluna. Ein teirra vildi vita, um garanti?ir var fyri vulkanútbrotum og jarðskjálvtum ella risiko var fyri at gjaldanin kundi verða ?innifryst?.