Ísland sum Bulgaria og Kasakhstan

Íslendski ríkiskassin verður ikki mettur serliga tryggur sum lántakari á altjóða fíggjarmarknaðinum Heimasíðan hjá Íslandsbankanum skrivar, at sum lántakari á altjóða fíggjarmarknaðinum er Ísland nú í bólki saman við londum sum Bulgaria, Kasakhstan, Ungarn og Kroatia.

Sagt verður, at fyri bara nøkrum mánaðum síðani varð Ísland mett sum tryggur lántakari, men at støðan er broytt sera nógv teir seinastu mánaðirnar.

Ísland er nú í bólki saman vbið londum, sum hava tørv á fíggjarligari hjálp uttaneftir fyri at vinna á búskaparkreppuni, og tað setir Ísland í bólk við londum sum Serbia, Ukraina og Moldova, skrivar Íslandsbankin. Hesi londini hava eins og Ísland biðið Altjóða Gjaldoyragrunnin IMF um hjálp.