Ísland styrkti sær sjálvsálitið ímóti Liktinstein

(Kykmynd) Síggj hæddarpunktini av dystinum Ísland-Liktinstein, sum íslendingar vunnu 4-0

Tað var ein onnur smátjóð, sum slapp at veittra íslendingum avstað til EM-endaspælið í fótbólti, sum verður í Fraklandi, og sum byrjar komandi fríggjadag. 

 

Liktinstein, sum vit vunnu 3-2 á 2. páskadag var mótstøðuliðið á Laugardalsvøllinum í Reykjavík, tá íslendingar høvdu sína seinastu undanroynd, áðrenn fráferðini til Fraklands. Íslendingar vunnu ein 4-0 stórsigur. Ìslendski landsliðsvenjarin, Lars Lagerbäck var fegin um 4-0 sigurin íslendingar vunnu á Liktinstein, og serliga seinastu 30 minuttirnar av fyrra hálvleiki, har liðið skoraði trý mál, men hann er ikki nøgdur við fyrireikingarnar. Spælarar eru komnir heldur seint frá feløgum sínum til EM-fyrireikingarnar, og aðrir spælarar hava stríðst við skaðar, tí heldur Lars Lagerbäck, at liðið er aftanfyri tíðarætlanina.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini Ísland skoraði á Laugardalsvøllinum ígjár. Serliga málið til 2-0 hjá Birkiri Sævarssyni var framúr gott.