Icelandair og Wow Air leggja saman.
Tað boðar Icelandair frá í einum tíðindaskrivi í dag.
Bæði feløgini hava verið kroyst fíggjarliga seinastu tíðina, og nú finna tey saman fyri at standa seg betur í kappingini við onnur flogfeløg, sum flúgva á somu marknaðum sum tey.
– Bæði feløgini kunnu fáa samvirkanarárin burtur úr samanleggingini, men feløgini fara eisini frameftir at brúka teirra egnu nøvn, sigur Bogi Nils Bogasen, stjóri í Icelandair.
Eftir samanleggingina fer nýggja felagið at sita á umleið fýra prosentum av flogferðum millum Europa og Norðuramerika.
Kappingareftirlitið í Íslandi skal góðkenna samanleggingina, áðrenn hon verður veruleiki.