Íslendska fótbóltslandsliðið skal møta Rumenia í playoffhálvfinaluni um tey plássini, sum eftir eru til EM-endaspælið í summar.
Tað er greitt, eftir at Evropiska Fótóbltssambandið (Uefa) í dag hevur skipað fyri lutakastið til EM-playoffdystirnar.
Frammanundan var greitt, at Íslandi skuldi hava heimadyst í hálvfinaluni, sum skal avgerast í einum dysti.
Og nú er eisini greitt, at tað verður ímóti Rumenia, sum skal møta Íslandi á Laugardalsvøllinum í Reykjavík 26. mars komandi.
Bæði Danmark, Svøríki og Finland hava vunnið sær pláss í endaspælinum, og Ísland og Noreg kunnu fáa talið av norðurlondum upp til fimm, um tey klára sínar playoffdystir.
Noreg skal spæla ímóti Serbia í hálvfinaluni.
20 av teimum 24 EM-luttakarunum eru longu funnir gjøgnum teir tíggju undankappingarbólkarnar. Tey síðstu fýra plássini skulu býtast millum 16 lið, sum hava spælt seg til playoffdystir gjøgnum Nations League í fjør.
Her eru taær átta hálvfinalurnar:
Bólkur A: Ísland - Rumenia og Bulgaria - Ungarn (Bulgaria ella Ungarn fáa heimavøll í finaluni)
Bólkur B: Bosnia-Hercegovina - Norðurírland og Slovakia - Írland. (Bosnia-Hercegovina ella Norðurírland fær heimavøll í finaluni)
Bólkur C: Noreg- Serbia og Skotland - Ísrael (Noreg ella Serbia fær heimavøll í finaluni)
Bólkur D. Georgia - Hvítarussland og Norðurmakedona - Kosovo. (Georgia ella Hvítarussland fær heimavøll í finaluni)
Finalurnar verða spældar 31. mars. Vinnararnir í teimum fýra finalunum fáa tey síðstu atgongumerkini til endaspælið næsta summar.
/ritzau/