Ísland ríður á eggini

Sýta íslendingar fyri at staðfesta Icesave-lógina, verður tað eitt álvarssamt bakkast fyri íslendska umdømið uttanlands, og landið kann ikki rokna við viðurkenning innan altjóða fíggjarheimin. Harafturat fer ein tílík avgerð uttan iva at skaða royndirnar hjá Íslandi at fáa limaskap í ES

Útlendskir fjølmiðlar eru ikki mjúkir at strúka, nú íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, hevur sýtt fyriv at staðfesta lógina, sum skuldi áleggja ríkinum at rinda bretum og niðurlendingum 28 milliardir krónur í endurgjaldi fyri húsagangin hjá Icesave-bankanum.
Sum væntað eru bretskir fjølmiðlar sera hvassorðaðir, og har er er niðurstøðan, at Ísland er ikki til at líta á og eigur at verða viðfarið hareftir í framtíðini. Danska Børsen skrivar, at Ísland rennur undan bretskari bankaskuld. Norska VG skrivar, at íslendingar nokta at rinda kreppuskuld, og aðrir fjølmiðlar siga íslendingar vera ábyrgdarleysar.
Okkurt lívgandi orð fáa íslendingar í útlendsku fjølmiðlunum. Íslendingurin Jón Daníelsson, sum er professari á London School of Economics, roynir í einari grein í blaðnum Independent í dag at vísa bretum, hvussu ómetaliga stór uppgáva tað verður hjá íslendingum at rinda Icesave-skuldina. Hann vísir á, at skuldu bretar goldið somu upphædd samanborið við fólkatalið, skuldu teir goldið meiri enn 40 milliardir pund um árið ella helmingin av tí, sum tað kostar at reka tað bretska heilsuverkið.

Ávirkar ikki IMF
Fleiri fjølmiðlar halda, at Ísland er í størri kreppu nú, enn tá bankakreppan leikaði harðast á. Munurin er bara, at nú er kreppan politisk, og tað kann vísa seg at fáa minst líka álvarssamar avleiðingar sum bankakreppan.
Millum annað varð sagt, at semjan við bretar og niðurlendingar um Icesave var ein fyritreyt fyri, at Altjóða Gjaldoyragrunnurin játtaði íslendingum lán til eina búskaparliga endurreisn. Men Jóhanna Sigurðardóttur, forsætisráðharrim, segði longu beint eftir fráboðanina frá forsetanum, at avtalan við IMF var ikki í vanda, og tað váttaði grunnurin eisini seinni í gjár.
Mark Flanagan, sum vegna grunnin hevur ábyrgdina av samskiftinum við Ísland, kunngjørdi, at semjan um Icesave er ikki nøkur treyt fyri viðurskiftunum millum Ísland og IMF. Hann legði tó afturat, at grunnurin fer at tosa við íslendsku stjórnina um støðuna, men at málið er at hjálpa íslendingum burtur úr fíggjarkreppuni, sum landið er í.

Tosaðu um at fara frá
Íslendska stjórnin hevur ikki dult fyri, at hon er sera misnøgd við avgerðina hjá forsetanum at vísa Icesave-lógini frá sær. Stjórnin sat á regluligum stjórnarfundi, men valdi at hava ein steðg, so ráðharrarnir kundu hoyra avgerð forsetan kunngera avgerð sína í´utvarpi og sjónvarpi.
Fjølmiðlarnir skriva, at tá stjórnarfundurin varð settur aftur, var misnøgdin so stór, at fólk umrøddu møguleikan, at stjórnin legði frá sær. Tey samdust kortini um at halda fram. Tað er greitt, at tey vinstragrønu eru ikki samd um Icesave-málið, og spurningurin er, um og hvussu tað kann ávirka fólkaatkvøðuna.

Fólkaatkvøða í februar
Jóhanna Sigurðardóttur, forsætisráðharri, segði aftan á ein fund í tingbólkinum hjá Samfylkingini í gjárkvøldið, at stjórnin fer nú at fyrireika fólkaatkvøðuna um Icesave-málið.
Stjórnin hevði í gjár og í gjárkvøldið fund við umboð fyri bankakervið og vinnulívið fyri at kunna seg um støðuna. Eisini hevði stjórnin fund við andstøðuna um ta politisku støðuna, og har var semja um at kalla Altingið saman síðst í hesari vikuni at viðgera uppskot mum fólkaatkvøðu.
Politiskir eygleiðarar vænta, at fólkaatkvøðan um Icesave-lógina kann haldast í februar. Eingin torir at gita um úrslitið. Ein kanning fyrr vísti, at umleið 70 prosent høvdu atkvøtt ímóti Icesave-lógini, um málið kom til fólkaatkvøðu. Tað kemur tað nú, men eygleiðarar í Reykjavík vænta, at tær ógvusligu atfinningarnar úr øðrum londum kunnu fáa nógvar íslendingar til at atkvøða fyri, tá saman um kemur.

Krevja forsetan frá
Tað eru ikki allir íslendingar, sum eru so fegnir um avgerðina hjá landsins forseta at sýta fyri at staðfesta lógina um Icesave-bankan, sum Altingið samtykti tann 30. januar.
Á Facebook hava mong sagt seg vera so misnøgd og vónsvikin av forsetanum, at tey vilja hava hann at fara frá. Blaðið Vísir skrivar, at undan fráboðan forsetans fyrrapartin í gjár høvdu umleið 600 fólk gjørt vart við seg á Facebook, men í gjárkvøldið var talið næstan trífaldað. Tey seinastu tølini vísa, at umleið 5.700 vilja hava forsetan frá, meðan onnur 5.570 vilja hava hann at verða sitandi.
Fleiri kendir íslendingar - eisini úr tí politiska umhvørvinum - eru millum teirra, sum vilja hava Ólaf Ragnar Grímsson frá, eitt nú Jónína Rós Guðmundsdóttir, tingmaður hjá Samfylkingini og Sóley Tómasdóttir, sum er floksskrivari hjá Vinstri Grønu.