Ísland: Nýggj stjórn í eygsjón

Samgongusamráðingarnar millum Sjálvstýrisflokkin, Vinstru-Grønu og Framsóknarflokkin ganga so mikið væl, at nýggj stjórn væntandi verður skipað seinni í vikuni. Tað skrivar íslendska blaðið Morgunblaðið.


Flokkarnir eru í høvuðsheitum lidnir við at orða samgonguskjalið, og verður tað mikudagin lagt fyri tingmanningarnar hjá teimum trimum flokkunum at taka støðu til, skrivar Morgunblaðið.


Við Morgunblaðið sigur Katrín Jakobsdóttir, at partarnar avgjørdu tíðliga í samráðingunum at bíða við býtinum av ráðharrasessum til semja fekst um eitt samgonguskjal. Við blaðið váttar hon eisini, at hon hevur peikað á seg sjálva sum komandi stjórnarleiðara.


- Nú eru vit komin hartil, at tað er búgvið at kalla til fundar, og mangla bara at býta ráðharrasessirnar millum okkum. Tað fara vit í holt við nú, sigur Katrín Jakobsdóttir, forkvinna fyri tey Vinstra-grønu, ið væntandi verður forsætisráðharri í nýggju stjórnini.


Spurd um nær íslendingar kunna vænta eina nýggja stjórn, vísir hon á, at tingmanningarnar fyrst muga góðkenna samgonguskjalið, og tað verður í fyrsta lagi mikudagin. Síðan verður farið aftur til samráðingarborðið at fáa tað síðsta upp á pláss.