Ísland misti í seinastu løtu

Stadionklokkan vísti 88 minuttir, tá innskifti John Carew fór ígjøgnum, og eitt sindur klossut varð feldur av íslendska málverjanum.

 

Mohammed Abdellaoue skoraði tgygd upp á fylgjandi brotssparkið, og harvið tók Noregi eitt enn fet móti EM í Polen og Ukraina.

 

Íslendingar kunnu av røttum kenna seg vónbrotnar, tí hóast tei ongan møguleika hava at blanda seg í stríðið um EM-pláss, so er hetta aðru ferð, at teir missa á útivølli í allarseinatu løtu.

 

Teir liðu somu lagnu í dystinum móti Danmark í Parkini, tá teir enntá vóru komnir inn í yvirtíðina, áðrenn Danmark megnaði at skora og vinna dystin.

 

Tað er annars sera javnt í bólkinum millum Portugal, Noreg og Danmark, sum hevði fríumfar í gjár, men týsdagin skal møta júst Noregi.

 

Støðan í bólki H er:

Portugal 6 4-1-1 15-7 13

Noreg 6 4-1-1 7-4 13

Danmark 5 3-1-1 7-4 10

Kypern 5 0-2-3 5-12 2

Ísland 6 0-1-5 2-9 1