Ísland letur dyrnar upp

Í seinasta lagi hálvan juni kunnu øll ferðast til Íslands, og longu nú kunnu føroyingar og grønlendingar fara til Íslands

Íslendski forsætismálaráðharrin Katrín Jakobsdóttir hevur seinnapartin boðað frá, at ætlanin er at lata upp fyri fremmandum at ferðast í Íslandi. Tað verður loyvt øllum at ferðast í Íslandi frá 15. juni ella kanska fyrr enn so.

Tað verður ikki neyðugt við sóttarhaldi í tvær vikur. Treytin er, at tey ferðandi lata seg COVID-19 kanna, áðrenn tey fara av flogvøllinum í Keflavík og at ferðast í Íslandi ella til hús, um tey eru búsitandi í Íslandi.

Neyvari ásetingar um hetta vera almennar um mánaðarskiftið.

Og so verður lagt aftrat, at tað er loyvt at ferðast í og úr Íslandi og til Føroyar og Grønlands nú beinanvegin.