Seinastu tíðina hevur nógv verið gjørt burturúr, at ein stórur meiriluti av íslendingum er fyri, at Ísland skal taka upp samráðingar við ES um limaskap. Hetta hevur serliga vakt ans í Noregi, og nógvir norskir politikarar hava gjørt greitt, at fer Ísland at søkja um limaskap, eigur Noreg at gera tað sama beinanvegin, so londini kunnu samráðast samstundis. Norsku politikararnir siga, at tað er betri at samráðast saman við íslendingum enn at hava íslendingar sum mótpart seinni.
Íslendski forsætisráðharrin, Davið Oddsson, er ímóti íslendskum ES-limaskapi, og tað sama er norski forsætisráðharrin, Kjell Magne Bondevik. Dávið Oddson hevur sagt, at íslendskur limaskapur kemur neyvan upp á tal fyrr enn umleið 2010, og tí hevur norski forsætisráðharrin roynt at sissa hinar norsku politikararnar og at vissa teir um, at norðmenn hava góða tíð.
Ongar forðingar
Men forkvinnan í tingbólkinum hjá íslendska javnaðarflokkinum, Bryndis Hløðvarsdóttir, heldur ikki, at íslendskur ES-limaskapur er so fjarur, sum forsætisráðharrin vil gera hann til.
- Tað eru ongar tekniskar forðingar fyri, at Ísland kann søkja um limaskap, og at tær neyðugu broytingarnar í grundlógini síðani verða framdar eftir stuttari tíð. Er politiski viljin til tess, kann hetta gerast aftan á altingsvalið í mai næsta ár, og so kann grundlógin broytast, tá tað nývalda Altingið kemur saman næsta heyst, segði íslendski andstøðuleiðarin við norska blaðið Aftenposten í gjár.
Hon ávarar norðmenn ímóti at halda, at nakrar formligar forðingar eru fyri einari skjótari ES-tilgongd í Íslandi.
- Tað eru veljararnir, sum avgera, hvussu farast skal fram. Metingarnar hjá forsætisráðharranum vísa bara hansara tvørrandi vilja í ES-málinum, sigur Bryndis Hløðvarsdóttir.
Norski forsætisráðharrin, Kjell Magne Bondevik, hevur víst á, at skal íslendska grundlógin broytast, skal broytingin samtykkjast tvær ferðir við einum altingsvali ímillum, og at tað fer at taka rúma tíð. Forkvinnan í tingbólkinum hjá íslendska javnaðarflokkinum vísir í hesum sambandi á, at í Íslandi kann tingið upploysa seg sjálvt, og tí er einki ávíst mark fyri, hvussu langa tíð ein slík lógarbrotying tekur.
Norska Stórtingið skal harafturímóti sita alt valskeiðið.