Ísland hevur svarað ES

ES fekk í gjár svar upp á teir mongu spurningarnar, sum samveldið sendi íslendsku stjórnini, tá Ísland bað um samráðingar um limaskap í samveldinum. Morgunblaðið skrivar, at íslendska svarskrivið er meiri enn 2.600 síður stórt. Harafturat koma fylgiskjøl, og við teimum er talan um 8.870 síður tilsamans, skrivar blaðið.

ES-nevndin fer nú at kanna svarini, og niðurstøðan hjá nevndini verður so løgd fyri ríkis- og stjórnarleiðararnar, sum so skulu taka støðu til, um Ísland lýkur treytirnar sum formligur umsøkjari.