TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr seinna partin av sendingini "Fótbóltspanelið", sum var á Rás2 seinnapartin.
Í hesum partinum mettu André Olsen og Tróndur Arge um teir seks innleiðandi bólkarnar í EM-endaspælinum, sum verður í Fraklandi komandi vikurnar, har byrjað verður við dystinum millum Frakland og Rumenia á Stade de France leikvøllinum í París í kvøld klokkan 20.
André Olsen og Tróndur Arge halda, at okkara íslendsku grannar hava ein møguleika at vinna seg víðari uppá eitt av teimum fýra triðju plássunum, sum gevur atgongd víðari í kappingini. Fýra av seks trýarum vinna seg víðari í kappingini saman við seks eittarum og seks tveyarum. Møguleikarnir eru til staðar, at Ísland kann sigra á Ungarn, og so fáa eitt stig aftrat í hinum báðum dystunum ímóti Portugal og Eysturríki.