Ísland hevði 2 milliónir ferðafólk

Næstan triðja hvørt ferðafólk kemur úr USA

2,1 millión ferðafólk vitjaðu Ísland frá juni í fjør til juni í ár. Av teimum komu 618.000 úr USA, og tað svarar til góð 28 prosent. Næststørsti bólkurin er bretar, teir vóru 278.000 í tali.

Hetta skrivar RUV burtur úr kanning av ferðafólkum.

87 prosent av útlendingum, sum koma til Íslands, koma at halda frí. Ferðafólkini eru sum heild væl nøgd við uppihald í Íslandi, og at tey siga seg vera sinnað at viðmæla Ísland sum ferðamannaland.

93 prosent av ferðafólkunum koma til Reykjavíkar, og síðani fara flestu teirra eisini á suðurlandið at vitja.

Sambært kanningini brúktu ferðafólk umleið 5 milliardir krónur á ferðum í Íslandi.