Formaðurin í uttanríkisnevndini hjá Alktinginum væntar, at íslendskur ES-limaskapur verður veruleiki í 2013 Eydnast tað íslendsku stjórnini at fáa eitt so mikið gott úrslit burtur úr samráðingunum við ES, at tað fær meiriluta á fólkaatkvøðuni, er tað mest sannlíka, at íslendskur limaskapur í ES verður veruleiki í 2013.
Tað sigur formaðurin í uttanríkisnevndini hjá Altinginum, Árni Þór Sigurðsson, við tíðindastovuna Reuters.
Sambært formanninum verður gondin í málinum hendan: 16. juli samtykkir Altingið at søkja um samráðingar, 27. juli verður umsóknin løgd fram, í februar í 2010 byrja samráðingarnar, og um ársskiftið 2011-2012 taka íslendingar støðu á fólkaatkvøðu. Er svarið ja, verður limaskapurin veruleiki í 2013.