Íslendska stjórnin hevur samtykt at taka ímóti átta afghonskum flóttafólkum, sum eru í Iran. Stjórnin sigur, at avgerðin er tikin í samsvari við eina áheitan frá flóttafólkastovninum hjá ST, sum hevur gjørt vart við, at versnandi búskaparviðurskifti í Iran hava gjørt støðuna hjá teimum fremmandu flóttafólkunum uppaftur verri. Sagt verður, at tær afghonsku kvinnurnar í Iran eru serliga illa fyri.
Íslendsku myndugleikarnir fara nú at tosa við flóttafólkastovnin hjá ST, so partarnir millum annað skulu gera av, hvørji átta flóttafólk skulu sleppa úr Iran til Íslands.
Gongst sum ætlað koma tey afghonsku flóttafólkini til Íslands í summar.