Íslendska stjórnin viðger nú eitt uppskot um at stovna sendistovu í Nuuk, og er ætlanin at skipa hana eftir sama leisti sum sendistovan í Føroyum.
Høvuðsendamálið við at skipa sendistovu í Nuuk er at styrkja tað politiska sambandið millum londini og at virka fyri størri handilssamvinnu landanna millum, skrivar Morgunblaðið.
Í mai í 2010 samtykti Altingið at skipa sendistovu í Grønlandi. Eftir samtyktini hjá Altinginum skulu ein sendimaður og ein skrivari arbeiða á sendistovuni í Nuuk. Á fíggjarlógini í ár eru pengar settir av til endamálið.









