Ísland fingið fríhandil við Kina

Ísland og Kina hava í morgun skrivað undir fríhandilssáttmála landanna millum. Tað vóru íslendski uttanríkisráðharrin, Össur Skarphéðinsson, og kinesiski ráðharrin fyri uttanríkishandli, Gao Hucheng, sum skrivaðu undir í Beijing.

Uttanríkisráðið í Reykjavík sigur, at Ísland er tað fyrsta landið í Evropa, sum sær fríhandilssáttmála við Kina. Uttanríkisráðharrin sigur, at sáttmálin fer at geva íslendskum fyritøkum fyrimun á tí kinesiska marknaðinum, og at hetta fer at skapa arbeiðspláss í Íslandi.

Sáttmálin ber millum annað í sær, at allar íslendskar fiskavørur fáa tollfrælsi í Kina. Hetta verður galdandi fyri tær flestu fiskavørurnar beinanvegin, tá sáttmálin kemur í gildi, men at í summum førum er talan um eina tillagingartíð upp á fimm ella tíggju ár.

Higartil hava kinesarar lagt millum 10 og 12 prosent í tolli oman á íslendskar vørur.