Aftur í ár var tað ein íslendingur, sum fór avstað við Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins.
Í uppskoti úr Føroyum var ”Várferðin til brúnna” eftir Rakel Helmsdal og úr Grønlandi var Lena Hansen innstillað við bókini ”Sila úr Grønlandi”
Gerður Kristný fekk virðislønina á 60.000 kr handaða á hátíðarløtu í íslendska Altinginum.
Í grundgevingini fyri at lata henni virðislønina fyri bókina ”Garðurinn” segði dómsnevndin:
”Bókin er sjáldsama fínt samansett. Mongu síðusøgurnar flætta saman fortíð og nútíð, og spurnartekin verður sett við tað kenda og tað ókenda.”
Garðurinn, sum merkir kirkjugarðurin, er ungdómsskaldsøga, sum fer fram í Reykjavík. Hóast hon gongur fyri seg í nútíðini, er hon eisini merkt av fortíðini og tí søguliga. Í bókini brúkar Gerður Kristný, sum er kendur og produktivur íslendskur høvundur, ymisk bókmentasløg, so sum spøkilsissøguna, fantasy og søguligu skaldsøguna.
Hetta er 5. ferð Bókmentavirðisløn Útnorðurráðsins verður latin.
Áður hava hesi fingið virðislønina:
2002 Andri Snær Magnason við bókini „Sagan af bláa hnettinum"
2004 Kristín Steinsdóttir og Halla Sólveig Þorgeirsdóttir við ”Engill í vesturbænum”
2006 Bárður Oskarsson við ”Ein hundur, ein ketta og ein mús”
2008 Kristín Helga Gunnarsdóttir fyri Draugaslóð