Norska stjórnin hevur gjørt av at læna íslendingum 4,2 milliardir norskar krónur Norska stjórnin kunngjørdi í gjár, at hon hevur samtykt at læna Íslandi 4,2 milliardir norskar krónur. Málið skal tó leggjast fyri Stórtingið til góðkenningar.
Talan er um eitt fimm ára lán.
Íslendski forsætisráðharrin, Geir H. Haarde, hitti í gjár norska uttanríkisráðharran, Jonas Gahr Støre, í Reykjavík. Teir tingaðust tó ikki um lánið frá norsku stjórnini, men onnur viðurskifti, skrivar Morgunblaðið.
Ísland hevur søkt um lán úr Altjóða Gjaldoyragrunninum IMF, men hevur ikki fingið svar enn.