Ísland er reinast

Ísland er tað reinasta landið í heiminum. Tað er í hvussu er niðurstøðan av einari kanning, sum vísindafólk á lærdu háskúlunum Yale og Columbia í USA hava gjørt. Tey hava mátað 25 ymisk viðurskifti so sum luft, vatn, óspilta náttúru, heilsu og reina orku. Síðani hava tey lagt úrslitini saman í eina serliga stigaútrokning.

Av 100 møguligum stigum fær Ísland 93,5 og er reinasta land í heiminum. Sveis er á øðrum plássi, Costa Rica er nummar trý, Svøríki nummar fýra og Noreg nummar fimm.

Av teimum 32 londunum, sum eru kannað, er Sierra Leone niðast við 32 stigum.