Ísland: Enn í lívsvanda

Framvegis er støðan lívshættislig hjá tveimum av teimum løstaðu eftir stóru bussvanlukkuna á Suðurlandinum í Íslandi í gjár.

Trý av teimum tíggju, sum vóru innløgd á Landsspítalið, eru útskrivað í dag, tvey liggja á intensivari deild og eru enn í lívsvanda, og so liggja hini fimm á medisinskari deild.

Ein kvinna í 30-unum læt lív, tá ein bussur við hálvthundrað kinesiskum ferðafólkum fyrrapartin í gjár rendi á ein persónbil og endaði við at fara út av vegnum. Eisini mamma kvinnuna endaði løstað á sjúkrahúsi.

Tey ringast løstaðu, hvørs støða hevur verið lívshættislig, eru tó heldur betur fyri í dag, men framvegis ikki sloppin heilt úr lívsvanda.