Ísland endurskoðar sína ?fiskiveiðiskipan

Í samsvari við samgonguskjalið hevur íslendska stjórnin sett eina væl mannaða nevnd at endurskoða fiskiveiðiskipanina

Íslendska fiskiveiðiskipanin skal endurskoðast. Tað var eitt av málunum, sum Samfylkingin og Vinstrafylkingin lovaðu undir valstríðnum upp undir altingsvalið fyrr í ár, og nú er nevnd sett at gera arbeiðið.

Í síðstu viku setti Jón Bjarnason, fiskivinnu- og landbúnaðarráðharri, eina nevnd at endurskoða fiskiveiðiskipanina. Í arbeiðssetninginum hjá nevndini sæst, at hon skal lýsa verandi lóggávu, og hvussu hon virkar. Síðani skal nevndin koma við uppskotum um, hvat møguliga skal broytast, fyri at vinnan kann fáa varandi reglur at virka eftir, at fiskivinnan verður sjálvberandi, og at skipa fiskivinnuna eftir einum lógarkarmi, sum flestu íslendingar kunnu taka undir við.

Arbeiðsbólkurin hevur heimild til at leita sær upplýsingar og ráð, og hann skal lata fiskimálaráðharranum álitið fyri tann 1. november.

Stjórnin hevur ikki beinleiðis sagt, hvat hon fer at gera við verandi veiðiskipan, men í tíðindaskrivi í síðstu viku skrivaði fiskimálaráðharrin, at ráðharrin fer at laga komandi politikkin í samsvari við tilráðingina frá arbeiðsbólkinum.

 

Vinnan væl umboðað

Arbeiðsbólkurin, sum skal endurskoða fiskiveiðiskipanina, hevur ikki færri enn 15 limir. Av teimum eru seks politikarar, og formaður er altingsmaðurin Guðbjartur Hannesson úr Samfylkingini. Hann og tríggir aðrir tinglimir umboða samgonguna, og andstøðuflokkarnir Sjálfstæðusflokkurin og Framsóknarflokkurin hevur hvør sín lim í arbeiðsbólkinum.

Hinir níggju limirnir eru úr ymsum feløgum innan fiskivinnuna. Teirra millum eru Árni Bjarnason,sum er formaður í fiski- og sjómannafelagnum, formaður Farmanna- og fiskimannasambands Íslands, Adolf Guðmundsson, formaður í reiðarafrelagnum og Arthúr Bogason, sum er formaður í felagnum hjá útróðrarmonnunum. Herumframt hava fiskavirkini og kommunurnar og umboð í arbeiðsbólkinum.