Ísland byrjað at samráðast við ES

Formligu samráðingarnar millum Ísland og ES um íslendskan limaskap í samveldinum byrjaðu í Bruxelles í dag. Samráðingarbyrjanin var sjáldsom, tí partarnir kundu leggja tvey evni til viks beinanvegin. Tað kemst av, at Ísland er í tí sokallaða EBS-samstarvinum og tí við í innara ES-marknaðinum, og tí var ikki neyðugt at viðgera tey viðurskiftini.

Men hóast tann fyrsti samráðingardagurin var lættur, koma truplir spurningar seinni, tá partarnir skulu tosa um fiskivinnu- og landbúnaðarpolitikkin.

Össur Skarphedinsson, uttanríkisráðharri, sum umboðaði íslensku stjórnina í Bruxelles í dag, ásannaði aftan á fundin, at samráðingarnar um fiskivinnupolitikkin verða sera torførar.