Triathlon
Kappingin var í Havn, og kappast varð soleiðis, at 750 metrar skuldu svimjast, 20 kilometrar skuldu súkklast, og at enda varð runnið 5 kilometrar.
Fyrst var svomið í Svimjihøllini í Gundadali. Liðugur at svimja, skuldi íðkarin skunda sær út á súkkluna, og súkkla frá Svimjihøllini eftir Norðara Ringvegi, fram við Strond til rundkoyringina við Skansan og aftur til rundkoyringina R.C.Effersøesgøta/Norðari Ringvegur 3 ferðir, og so oman til Skógrøkt Landsins. Her var skift til renning, og runnið var frá Skógrøkt Landsins niðan eftir Hvítanesvegnum til høgru eftir Skraddaragøtu, inn á gøtuna kring Skógrøktina og aftur til málið við Skógrøkt Landsins. Teinurin var runnin 6 ferðir.
Ikki óvantað var Súsanna Skylv fyrst úr svimjihylinum. Men hon brúkti langa tíð um at skifta í súkkluklæðin, so hon og Evald Rasmussen fóru næstan samtíðis á súkklurnar. Skjótt var eisini, at Evald í undanbrekkuni fór fram um Súsonnu. Tá vent varð fyrstu ferð við Skansan, var Andrass Joensen í hølunum á teimum, og á heimvegnum fór hann fram um bæði. Áslakur Nesá, sum var seinastur úr hylinum, súkklaði so skjótt, at hann eftir stuttari tíð bara hevði Andrass at súkkla eftir.
Tá skift var til renning, var Andrass fyrstur avstað, og beint aftanfyri hann kom Áslakur. Tá teir vóru komnir hálvt fyrsta renniumfar, komu Evald og Súsanna inn til skiftið súkkling-renning. Evald var fyrri úti á rennileiðini, men Súsanna kom í fylgi við Andrassi og Áslaki, sum nú vóru eitt heilt renniumfar frammanfyri. Øll trí yvirhálaðu Evald, og í dystinum millum Andrass og Áslak, var Áslak tann stinnari og kom á mál ein minutt framman fyri Andrass.
Kappingin var, sum fyrr sagt, ein liður í fyrireikingunum til Oyggjaleikirnar. Triathloníðkararnir hava undanfarna mánaðin verið eitt vikuskifti á venjingarlegu á Svangaskarði, avgreitt úttøkikappingina, og leygardagin 26. mai fer alt oyggjaleikalandsliðið at svimja styttra teinin í Nólsoyarsvimjingini. 3. juni fer landsliðið til eina stóra triathlonkapping í Haderslev. Teinurin har er 1500 m svimjing, 40 km súkkling og 10 km renning. Svomið verður á sjónum og tí er neyðugt at brúka vátdrakt. Venjingarnar til hetta gera íðkararnir komandi dagarnar í Sandagerði og fram við Argjalandinum.










