Friedrich Engel var ovasti fyri einari SS-deild, sum avrættaði 59 fólk við Turchino-skarðið nærhendis italska býnum Genova tann 19. mai í 1944. Avrættingarnar vóru hevnd fyri, at italskir mótstøðumenn høvdu søkt at einari biohøll, har fimm týskir hermenn doyðu.
Í 2002 varð Friedrich Engel ella "Slaktarin úr Genova", sum hann bleiv róptur, dømdur sjey ára fongsul fyri drápini í Italia. Dómstólurin í Hamburg kom til ta niðurstøðu, at tað var Enegl, sum hevði ábyrgdina av drápunum, tí hann var ovasti fyri SS-deildini í Genova um tað mundið. Í 2004 bleiv dómurin kortini ógildaður, tí týski samveldisdómstólurin helt ikki, at prógvini vóru nóg góð.
Friedrich Engel var 97 ára gamal, nú hann doyði.