Slaktarin: Abbabørnini duga kinesiskt

- Tað stuttliga er, at bæði abbabørnini hjá okkum í Danmark eisini snakka kinesiskt, sigur slaktarameistarin, sum nú fær vitjan úr Kina.

Slaktarameistarin í SMS, Jørgen og konan Birte, eiga tveir synir, harav hin eldri býr í Danmark, er giftur kinverskari kvinnu, og saman eiga tey tvey børn.

 

- Tað stuttliga er, at bæði abbabørnini í Danmark eisini snakka kinesiskt. Vit hava hitt verforeldrini hjá eldra soninum nakrar ferðir, bæði í Danmark, men eisini í Kina.

 

Jørgen Jørgensen sigur, at kinversku hjúnini eru fitt og blíð fólk. Kona Henrik er einabarn og foreldur hennara, sum hava fingist við handil, arbeiða ikki longur.

 

Slaktarameistarin gleðir seg til, at eldri sonurin, verdóttirin, abbabørnini og kinversku verforeldrini hjá soninum koma heim til Føroya at ferðast nú beint eftir ólavsøku.

 

- Verforeldrini hjá soninum hava vitjað í Danmark í eina tið, og nú koma tey so fyri fyrstu fer til Føroya at vitja.

 

Spurdur, hvussu hann væntar, at tað fer at ganga at samskifta við kinversku hjúnini, sigur Jørgen Jørgensen skemtandi, at tað fer nokk at laga laga seg.

 

- Tað, sum vit ikki klára at samskifta okkara millum, mugu abbabørnini so hjálpa okkum við, nú tey bæði eisini duga kinesiskt, sigur fryntligi, Jørgen Jørgensen.