Slakta í Suðri

Laksur, sum svimur í aliringunum í Suðri, skal eisini skal kryvjast og virkast í Suðri. Um neyðugt verður hetta ásett við lóg, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum

- Bakkafrost sleppur ikki at flyta livandi laks úr Suðuroy inn á meginøkið at slakta.
Tað sigur ein avgjørdur landsstýrismaður í vinnumálum, tá hann í løgtinginum í vikuni svaraði einum fyrispurningi frá Hendriki Old.
Løgtingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum vildi hava at vita, um landsstýrismaðurin ætlar at steðga, at laksur úr Suðuroynni verður fluttur livandi til slaktingar aðrastaðni í landinum. Spyrjari og svarari vóru rørandi samdir.
- Finna teir uppá tað, so mugu teir trúgva umaftur. Tað verður ikki við mær sum landsstýrismanni, at slíkt sleppur at fara fram, segði Johan Dahl.
Hendrik Old vísir á, at avleiðingin av at flyta laks inn á meginøkið at slakta eru mist arbeiðspláss í Suðri. Løgtingsmaðurin nevndi eini 50 arbeiðspláss, sum eru í vanda. Eisini hesum er landsstýrismaðurin samdur í.
- Fer Bakkafrost at flyta livandi laks úr alibrúkunum í Suðuroy norður um fjørð at slakta, fari eg rætt og slætt at broyta lógina fyri at forða tí. Bakkafrost er blivin ein stór fyritøka, men tað leggur eisini stóra ábyrgd á felagið, sigur Johan Dahl, og nevnir bæði samfelagsmenning og økismenning sum argument fyri, at Bakkafrost má varðveita sítt verandi virksemi í Suðri.
Tað var í løgtinginum mikudagin, at Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, segði seg vera sinnaðan at koma í tingið við lógarbroytingum til galdandi alilóggávu, fyri á tann hátt at tryggja, at laksur ikki verður fluttur úr Suðri norður á meginøkið til virkingar.