Tað vísir roknskapurin hjá felagnum, sum er kunngjørdur í roknskaparskipanin hjá Vinnuvitan.biz
Á nýggjárinum vóru 1385 brúkarar hjá Fjarhitafelagnum, harav 131 eru nýggir brúkarar, sum eru komnir afturat í 2019.
Í fjør var sølan av fjarhita samanlagt 31,2 GWh. Til samanberingar var sølan í 2018 26,1 GWh.
Ársins nettosøla var 22,5 milionir krónur ímóti 19,7 milliónir krónur árið fyri. Úrslitið eftir skatt er 467.000 krónur ímóti 1,3 milliónir krónur árið fyri.
Fjarhitafelagið skrivar í ársfrágreiðingini, at árið 2019 er nógv ávirkað av høgari oljunýtslu, m. a. tí at fleiri stórir brúkarar eru komnir í skipanina, umframt at veturin var kaldur við nógvum vindi.
– Í seinnu helvt av 2020 verður sundsverkið aftur knýtt í fjarhitaskipanina. Eisini fer Fjarhitafelagið at váa orku frá biogassverkinum Førka. Tað fer at hava við sær, at oljunýtslan verður minkað munandi, skrivar Fjarhitafelagið.
Í 2019 eru íløgur gjørdar í anleggið hjá Fjarhitafelagnum fyri góðar 38 milliónir krónur.
– M. a. er nýggj fjarhitaleiðing løgd í Landavegin, Hoydalasvegin, Undir Kongavarða og úti á Fløtum. Nakað av arbeiði er gjørt við Karlamagnusarbreyt.
Fjarhitafelagið hevur í roknskaparárinum havt seks fólk í starvi. harafturat hevur veirð neyðugt í ávísan mun at keypa arbeiðsmegi uttanhýsis.
Felagið skrivar, at hildið verður fram á grønu leiðini, sum eigararnir og nevdin hava avjgørt, við at knýta vesturbýin og Argir í skipanina hjá fjarhitafelagnum.
– Miðskeiðis í 2020 heldur arbeiðið fram við at leggja fjarhitaleiðing í Landavegin frá Vesturkirkjuin oman til gamla kirkjugarð. Eisini er ærtlanin at leggja fjarhitaleiðing í Jústgøtu til nýggju løgreglustøðina í Havn, skrivar felagið.
Arbeiðið á Hálsi heldur fram, har eisini aðrir stóri bygingar koma upp í fjarhitaskipnina.
Eginognin hjá Fjarhitafelagnum er slakar 63 milliónir krónur. Langfreistaða skuldin hjá felagnum er 95 milliónir krónur.
Tað eru SEV og Tórshavnar kommuna, sum eiga P/F Fjarhitafelagið.
Stjóri í felagnum er Hans Christian Dam.
Hesi sita í nevndini:
Bogi Andreasen, nevndarformaður
Hákun Djurhuus
Herluf Suni
Jákup Dam
Jónsvein Hovgaard
Tróndur Sigurðsson