ROKNSKAPUR
Hósmorgunin legði Leif Abrahamsen, stjóri fyri Gjaldstovuna, og Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fram landsroknskapin fyri 2002. Sum vit skrivaðu í gjár, so vísti roknskapurin eitt yvirskot áljóðandi 191 milliónir krónur. Hetta er rakstrar, løgu- og útlánsúrslitið (RLÙ).
Avdráttirnir í 2002 vóru 144 milliónir, og landið hevði tá avtornaði 124 milliónir afturat í tøkum peningi. Hesir peningur er fyri ein stóran part av finna á bók í peningastovnum. Gjaldførið í Landsbankanum vaks ikki við hesari upphædd, men Leif Abrahamsen sigur, at peningur liggur á øðrum kontoum.
Sambært landsroknskapinum eigur føroyski landskassin 2,7 mia. í tøkum peningi.
Inntøkurnar hjá landskassanum vóru í 2002 3,973 milliardir, og útreiðslurnar vóru 3,542 milliardir. Íløgurnar vóru 240 milliónir.
Yvirskotið er 504 milliónir minni enn í 2001. Karsten Hansen sigur, at hetta serliga skyldast, at blokkurin er skerdur 366 milliónir og framdar eru fleiri yvirtøkur.
Sostatt sæst skerjingin í blokkinum týðuliga aftur.
Sjálvur er Karsten Hansen ikki í iva um, at var blokkurin ikki skerdur, so vildi fíggjarlógin bara verið tað hægri, og yvirskotið als ikki verið hægri.
Karsten Hansen er fegin um úrslitið, sum er góðar hundrað milliónir hægri enn roknað varð við.
Roknað verður við, at 2003 fer at geva nakað tað sama úrslitið sum 2002, sigur Karsten Hansen.
Skuld
Sambært landsroknskapinum eigur landskassin eina samlaða ogn upp á 5,38 mia. Av hesum eru 2,7 mia. í tøkum peningi í Landsbankanum og á ymsum øðrum kontoum.
Í miðal hevði Landsbankin 2,4 milliardir innistandandi í desembert 2002. Minstainnlánið, t.e. eitt kravd ogn hjá landinum roknað útfrá % av BTÙ, er 1.385 milliónir.
Samlaða skuldin var við árslok 2002 fimm milliardir.
Tað almenna ov dýrt
Á tíðindafundinum hósmorgunin nýtti Karsten Hansen eisini høvi til at nevna, at útfrá øllum búskaparligum spádómum, so nærkast føroyski búskapurin verri dagar enn seinastu gull árini hava bjóðað.
Hetta ger, at neyðugt verður at tátta í. Landsstýrismaðurin hevur sett tvey fólk at hyggja eftir almenna sektorinum við atliti at retionaliseringum, og samgongan er samd um at spara eitt prosent av fíggjarætlanini fyri 2004.
Og Karsten Hansen segði eisini, at eftir hansara tykki so vóru ráðini í umsitingini alt ov nógv. Níggju ráð er ov mikið, og hetta merkir í síðsta enda størri útreiðslur, segði Karsten Hansen.