Fuglafjørður
Rólant Højsted tók við starvinum sum havnastjóri í við Fuglafjarðar havn 1. januar í ár. Hann er ættaður úr Funningi, men býr á Eiði. Rólant er útbúgvin skipsførari.
Aftrat sær á havnaskrivstovuni hevur hann tveir havnaumsjónarmenn.
Stór skip
Talið av skipum, sum koma og fara um Fuglafjarðar havn millum ár og dag, er ikki tað størsta í Føroyum, men nógv av hesum skipum eru stór.
Í fyrsta lagi er tað Havsbrún, sum dregur stóru pelagisku skipini til sín, og síðan er tað trolvirkið Vónin.
Í Fuglafirði er eisini goymsla bygd til tungolju, sum hin einasta í Føroyum, og hagar leita stór skip til bunkringar.
700 um árið
Rólant Højsted sigur, at í fjør komu og fóru sløk 700 skip um Fuglafjarðar havn.
Alt bendir á, at talið av skipum heldur er veksandi enn minkandi.
- Taka vit januar mánaða í ár, høvdu vit fleiri enn 70 vitjanir ímóti 57 í januar mánaði árið fyri. Nógvar skipavitjanir krevja góða tilbúgving, sigur nýggi havnastjórin við Fuglafjarðar havn, Rólant Højsted.