Nærum 25 milliónir amerikanarar hava longu greitt atkvøðu á forsetavalinum í landinum.
Hetta hava tey gjørt antin við fysiskari uppmøting ella við at atkvøða við brævi.
Hetta vísa dátur frá sonevndu Election Lab á lærda háskúlanum í Florida, skrivar Reuters.
Fleiri av statunum í landinum, eitt nú týðandi sveiggjstatirnir North Carolina og Georgia, settu í farnu viku met fyri talið av brævatkvøðum.
- Atkvøðutalið í Georgia er á metstórum støði, sigur forsetavalevnið hjá republikanarunum, Donald Trump, í gjárkvøldið á veljarafundi í býnum Zebulon í Georgia.
- Atkvøðurnar í øllum statunum eru, snøgt sagt, á metstøði. Tað gongur væl hjá okkum, og vónandi kunnu vit fiksa land okkara, sigur hann.
Høga valluttøkan hjá amerikanarum kann staðfestast, nú Trump og mótstøðuvalevni hansara, demokratiska valevnið Kamala Harris, tykjast at vera serliga tøtt í kappingini um forsetasessin.
Tað eru minni enn tvær vikur til 5. november, tá valið verður.
Møguleikin at atkvøða tíðliga, t.e. áðrenn sjálvan valdagin, er til í flestu amerikansku statunum.
Hetta kemst millum annað av, at til dømis arbeiðið hjá nøkrum amerikanarum kann gera tað trupult hjá teimum at koma framvið atkvøðustaðnum sjálvan dagin.
Ein meiningakanning frá miðlinum Wall Street Journal vísir, at hóskvøldið danska tíð stendur Trump til at fáa 47 prosent av atkvøðunum, meðan Harris fær 45 prosent. Mátingin hevur tó ein feilmarginal uppá 2,5 prosent.
Hon varð gjørd við støði í svarum frá 1.500 veljarum millum 19. og 22. oktober.
Tá Trump tosaði í Zebulon í Georgia, segði hann, at tað er "harmiligt á mangan hátt", at tíðin hjá honum sum forsetavalevni líður móti endanum. Vinnur hann valið, verður tað hansara annað og seinasta valskeið sum forseti.
Hann upplýsti í september í ár, at hann ikki stillar upp í 2028, um hann tapir hetta valið.
- Hetta hava vit gjørt í níggju ár, og nú eru vit komin niður á 12 dagar (undan valinum, red.), sigur hann.
/Ritzau/