Gulllaksur hálaði miðalprísin niður, meðan havtaska hálaði prísin upp. Nakað var av toski, men lítil og eingin hýsa var á Fiskamarknaði Føroya í gjár. Í gjár seldi Fiskamarknaður Føroya sløk 134 tons av fiski fyri góða hálva aðru miljón krónur.
Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 11,87 krónur fyri kilo.
Størsta einstaka nøgdin var gulllaksur, har 60 tons vórðu seld fyri 5,52 krónur fyri kilo.
18 tons vóru av havtasku, og her var besti miðalprísurin góðar 35 krónur fyri kilo.
Nøgdirnar av longu og brosmu vóru eisini lutfalsliga stórar við søluna í gjár, eini 35 tons tilsamans.
Besti miðalprísur fyri longu var 12,96, og besti miðalprísurin fyri brosmu var 8 krónur fyri kilo.
Eini 13 tons vóru av toski, og miðalprísurin fyri tosk 3 var 12,18 krónur fyri kilo.
Lítil og eingin hýsa var á Fiskamarknaði Føroya í gjár.










