Slagsmál á skeinkistaði

Løgreglan kannar málið, og vaktleiðarin heldur, at tað tykist, sum at tað vóru tveir, sum løgdu á hin eina.

Beint fyri klokkan 02 í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um eitt slagsmál inni á einum skeinkistaði í Havn.

 

Vaktleiðari visti í morgun at siga, at hetta var ikki inni á økinum, har Voxbotn var, men aðrastaðni í býnum.

 

- Vit fóru á staðið og funnu viðkomandi, sum hevði verið fyri harðskapi. Hesin varð sendur á Landssjúkrahúsið til kanningar.

 

Løgreglan kannar málið, og vaktleiðarin heldur, at tað tykist, sum at tað vóru tveir, sum løgdu á hin eina.

 

- Vit hava fingið nøvnini á báðum, sum framdu harðskapin, og avhoyringar verða gjørdar í málinum, sigur vaktleiðarin í morgun.

 

Lagt verður aftrat, at um gott 04-tíðina í nátt varð onkur, sum var sovnaður úti, vaktur uttan fyri eitt skeinkistað í Havn.

 

- Viðkomandi varð vaktur og fingin á føtur aftur, sigur løgreglan í morgun.