Slagkraftin situr í sendistovu

Kravið um bert at flagga føroyskt á tí komandi sendistovuni í Reykjavik fer at merkja, at vit ikki fáa nakra veruliga sendistovu. Verður hetta úrslitið, merkir tað ikki bert munandi minni slagkraft í Íslandi, men eisini yvirfyri øðrum londum, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður

Løgmaður heldur lítið um uppskotið hjá samgongufelaganum, Poul Michelsen, um at áleggja landsstýrinum at taka upp samráðingar við donsku stjórnina um, at komandi føroyska sendistovan í Íslandi bert skal flagga føroyskt.
Jóannes Eidesgaard vísir á, at verður uppskotið hjá fólkaflokstingmanninum samtykt verður ikki talan um eina sendistovu við tign (diplomatstatus), men um eina umboðsstovu. Ein slík fær munandi minni slagkraft enn ein verulig sendistova, sum ætlanin er at seta á stovn í Reykjavík.
Í viðmerkingunum sigur fólkaflokstingmaðurin millum annað, at um tað ikki eydnast landsstýrinum at samráða seg fram til eina loysn við donsku stjórnina hesum viðvíkjandi, verður heitt á Landsstýrið um heldur at seta á stovn umboðsstovu eins og hana, vit hava í Keypmannahavn. Tað er Poul Michelsen einsamallur, sum hevur lagt uppskotið fram.
Løgmaður heldur tað vera hol í høvdið at ofra allar teir mongu fyrimunirnar, ið ein sendistova við tign hevur.
- Tað skal eingin ivi vera um, at eg helst vildi havt Merkið einsamalt at veitra yvir sendistovuni í Íslandi, men hetta ber ikki til, tí vit eru ikki ein sjálvstøðug tjóð. Og altjóða sáttmáli ásetur, at tað kann bert kann vera ein sendistova úr hvørjum landi. Velja vit at trumfa hetta ígjøgnum, verður ikki talan um eina veruliga sendistovu, sigur Jóannes Eidesgaard.
Sum dømi um hvat munurin er, vísir løgmaður á, at ein umboðsstova verður rokna sum eitt slag av lobbyvirksemi og hevur ti ikki beinleiðis atgongd til aðrar sendiharrar ella ráðharrar hjá teimum ymsu londunum.
- Vit skulu minnast til, at sendistovan ikki ber kemur at røkja áhugamál okkara í Íslandi, men í líka stóran mun skal vera við til at lata hurðar upp fyri okkum í øðrum londum. Hetta kann gerast munandi lættari við at hava eina veruliga sendistovu, sigur Jóannes Eidesgaard.

Tignin er munurin
Løgmaður vísir á, at eitt samt Løgting – íroknað atkvøðan hjá Poul Michelsen – hevur álagt honum at seta á stovn eina sendistovu í Reykjavík við somu tign, sum tær í Brüssel og London, og at hendan skal hava innivist á donsku sendistovuni. Tí heldur hann tað vera margháttligt, at Poul Michelsen og aðrir hava vent á tallerkinum og renna frá tí, sum teir sjálvir hava samtykt.
- Nú verður hetta nærmast lagt fram soleiðis, at eg eri ímóti at flagga føroyskt, men hetta er so langt frá veruleikanum, sum tað kann vera. Eg kann eg nevna, at eg tvær ferðir havi fingið boðið riddarakrossin við Dannebrog í bringuna, men havi sagt neitakk báðar ferðir. Hinvegin nýtist mann ikki at leita leingi eftir at finna aðrar, sum geva seg út fyri at vera so og so tjóðskaparliga sinnaðar, at teir gleðiliga hava tikið ímóti. Hetta haldi eg vera eitt sindur dupultmoralskt, sigur Jóannes Eidesgaard.
Løgmaður leggur dent á, at talan ikki bert verður um at flagga við Dannebrog, men at føroyska Merkið eisini verður vundið á stong. Hann vísir eisini á, at íslendsku myndugleikarnir heldur ikki høvdu góðkent, at vit ikki lógu undir donsku sendistovuni, tí so brutu teir altjóða sáttmálar.
- Talan er um, at vit eru ein partur av donsku sendistovuni, og tí er ómøguligt at krevja, at vit bert flagga føroyskt. Hinvegin fáa vit munandi meiri burtur úr at hava henda status, tí tá fáa vit nógv lættari við at fáa ferðast í tí diplomatiska kervinum, ið er so týdningarmikið í samstarvinum við onnur lond, sigur løgmaður.
Jóannes Eidesgaard tekur sum dømi vitjanina í Føroyum hjá kanadiska sendiharranum í Danmark í hesum døgum. Var talan um ein vanligan kanadiskan lobbyist, so hevði hann ikki av sær sjálvum havt atgongd til løgmann, landsstýrismenn ella aðrar politiskar.
- Av tí, at Fredrica Gregory er kanadiskur sendiharri, so ruddi eg álmanakkan fyri at taka ímóti henni. Hetta er júst munurin ímillum ein sendiharri við tign og ein vanligan umboðsmann, sigur Jóannes Eidesgaard.
Kanadiski sendiharrin fór avstað aftur í dag.


Fakta
Tað finnast fimm starvsheiti hjá sendifólki ella diplomatum á eini sendistovu, um hon er nóg væl mannað: 1. Sendiharri 2. Ráðharri 3. Ráðharraráðgevi 4. Sendiráðgevi 5. Sendifulltrúi. Føroysku sendimennirnir í London og Brüssel liggja á 3. stigi við heiti sum ráðharraráðgevar, meðan tann í Reykjavík í fyrsta lagi fer at liggja á 4. stigi við heiti sum sendiráðgevi. Seinni verður hann helst fluttur upp á 3. stig eins og hinir báðir. Afturat hesum kunnu vera ymisk sløg av starvsfólki, til dømis skrivstovufólk, ið sum meginregla eru lokalt sett úr tí økinum, har sendistovan hevur heimstað.
Kelda: Løgmannskrivstovan