Slagið um Havnina: Tað kennist sera svárt at tapa

- Hetta er tann størsti dysturin í føroyskum fótbólti. Vit heilsa hvørjum øðrum hvønn dag undir venjing, men nú bresta vit saman á sama vølli. Tað er nakað serstakt.

 

Sum bæði spælari og venjari hevur 39 ára gamli Sigfríður Clementsen sitið báðumegin borðið í slagnum um Havnina. Hann hevur verið partur av fleiri grannauppgerðum, og hann er skjótur at ásanna, at hetta eru kensluríkar løtur.

 

- Tað kennist sera svárt at tapa júst hesar dystirnar. Tað er sera umráðandi at vera størstur í Gundadali, tí prátið gongur vanliga væl millum spælararnar hvønn gerandisdag, sigur Sigfríður Clementsen og heldur fram:

 

- Dystirnir millum HB og B36 eru ofta tamir. Tað vísir seg, at liðini ræðast at tapa hesar dystirnir, tí tað kennist so svárt. Tað kemur fyri, at tað er lítið samanhangandi spæl og fáir møguleikar. Eg vóni sjálvandi ikki, at tað verður gongdin í dag, sigur Sigfríður Clementsen.

 

B36 er skert hesaferð. Høgni Eysturoy er vøddaskaddur og verður væntandi ikki tøkur næstu fýra vikurnar. Málverjin Meinhardt Joensen er ivasamur. Hann fór av vøllinum við skaða síðsta vikuskiftið, og Mikkjal Thomassen, venjari, hevur tí sent boð eftir Magnusi Poulsen, sum ikki hevur vant nakað serligt í ár. Tað er sannlíkt, at hann verjir málið hjá B36 í dag.

 

HB hevur allar sínar spælarar tøkar.

 

HB er í løtuni á øðrum plássi í Effodeildini við 12 stigum. Verandi føroyameistararnir úr B36 eru nummar trý við 10 stigum.

 

Grannauppgerðin verður í kvøld klokkan 18.00. Eiler Rasmussen verður dómari.