Slagið um Havnina

Bæði Kyndil og Neistin hava brúk fyri báðum stigunum fyri ikki at missa týðandi fet í mun til oddaliðini í Atlantic Aiways deildini hjá monnum

Upptakt Neistin-Kyndil:


Kappingarárið í ár hevur verið sum dagur og nátt í bestu mansdeildini hjá teimum báðum havnarliðunum í mun til undanfarin kappingarár.<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ Kyndil hevur síðstu árini verið fastur fúsur í oddinum, meðan Neistin aloftast hevur verið í hinum endanum á stigatalvuni. Nú er gongdin tó vend, og Neistin er millum toppliðini, meðan Kyndil er í niðaru hálva eftir eina sera vánaliga byrjan uppá kappingina.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Kyndil uttan Lars
Gongdin hjá grøna havnarliðnum hevur tó verið tann rætta síðstu dystirnar. Teir fingu eina ræðuliga byrjan uppá kappingina. Eftir fyrstu seks dystirnar lógu teir aftast við bert tveimum stigum, men so fingu teir spakuliga gongd á kenda kyndilsspælið. Síðani tá hava teir fingið fýra av seks stigum, og sostatt hava teir vunnið seg upp á eitt fjórða pláss í deildini.
Til dystin ímóti Neistanum má Kyndil vera vanliga málverjan, Lars Black, fyri uttan, og hetta er sjálvandi ein stórur missur ásannar Hjalti M. Jacobsen.
- Lars breyt ein fingur í síðsta dystinum, so hann verður ikki við ímóti Neistanum. Hetta er sjálvandi ein stórur missur, tí hann hevur staðið sera væl síðstu dystirnar. Vit hava tó aðrar at seta inn í staðin, so tað skal nokk fara at ganga.
Hjalti leggur afturat, at ein sigur hevur alt at siga fyri Kyndil í lokalbrakinum.
- Vit mugu vinna henda dystin fyri ikki a missa ov nógv í mun til oddaliðini. Harafturat er dysturin ímóti júst Neistanum, so ímóti teimum skulu vit vinna, serliga eftir tapi í fyrsta dystinum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Jacob ivasamur
Neistin fekk eina sera góða byrjan uppá kappingina, og eftir fimm dystir lógu teir einsamallir á odda í bestu mansdeildini. Eftir hetta hevur bara gingið niður á bakka. Í síðstu fýra dystunum hava teir bert fingið tvey stig, men nú ætla teir sær í gongd aftur, sigur Áki Mørk.
- Vit fara sjálvandi eftir einum sigri. Gongdin hevur verið misjøvn síðstu dystirnar, men vónandi fer hetta at ávirka okkum rætta vegin, soleiðis at vit gerast enn meir uppsettir. Nú er dysturin eisini ímóti Kyndli, so tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki at sett leikarnar upp til ein slíkan dyst, tí hetta er jú slagið um Havnina.
Einasta ivamálið hjá Neistanum til dystin ímóti Kyndli er danski málverjin, Jacob Larsen. Hann hevur møguliga brotið eina tá, men í Neistanum vóna teir, at hann verður klárur til dystin.