Birgir Hansen:
- VÍF
Styrkir:
Skotstyrkin. Liðið hevur fleiri góðar skjúttar, sum kunnu skjóta úti frá. Filip Jojic, Regin Joensen, Sámal Jákup Djurhuus, Rasmus Junker og Magnus Muller eru allir spælarar, sum hava góð skot. Eisini verjan er sterk. Her hugsi eg serliga um Sámal Joensen og Bárður Brimvík, sum báðir eru stórir og sterkir. Hetta gevur eisini VÍF ein møguleika flyta eitt sindur runt við eitt nú Agnari Joensen.
Veikleikar:
Liðið tykist ikki hava ein fasta spæliskipan. Til tíðir blíva tað ov nógv einmansavrik og liðið hevur bara ein góðan málmann. Eli Muller má ikki spæla ein vánaligan dyst.
Sjørnuspælari: (Filip Jojic)
Hann er stjørnan hjá VÍF. Hann skjýtur flest mál og er ein støðug hóttan í álopsspælinum.
Lyklaspælari: (Sámal Joensen)
Hann bindur verjua saman og hevur stóran týdning fyri verjuspælið.
Jokari:
(Regin Joensen)
Er byrjaður at skjóta mál í seinastuni. Kann koma inn og gera munin. Ein annar kundi verið Magnus Muller.
- H71
Styrkir:
Kropsstyrkin og góða venjingarstøðan. Allir spælararnir eru væl fyri, eru tryggir á bóltinum og hava nógva orku. Teir hava møguleika at broyta uppstilling í verjustøðu, og koma longur fram at verja. Eisini hava teir tveir góðar málmenn. Tað er ein fyrimunur um annar hevur ein ringan dag.
Veikleikar:
Skotstyrkin og hæddin er ein veikleiki hjá H71. Av tí at liðið manglar bæði, so er tað so týdningarmikið, at gjøgnumbrotini rigga væl. Hetta blívur serliga ein veikleiki um H71 ikki fær spælið at koyra, meðan VÍF hevur skjúttar, ið kunnu gera einmansavrik.
Stjørnuspælari: (Rógvi Sørensen)
Er spælfordeilarin á liðnum og tryggjar, at millum annað Rógvi Højgaard og Bogdan Florea koma í góðar skotstøður.
Lyklaspælari: (Málverjarnir)
Eg kundi nevnt fleiri, men velji at framheva Tórald Kollsker og Ára Dam. Eg kundi eisini nevnt Rúna Højgaard.
Úrslit:
Hesin dysturin er púra opin og kann fara báðar vegir. Tað er ógjørligt at siga hvør vinnur.
- - -
Finnur Hansson:
H71
Styrkir:
H71 er eitt gott álopslið. Teir eru skjótir fram, spæla skjótt og eru tryggir við bóltinum. Teir hava spælt nógv saman og kenna hvønn annan, umframt at teir hava Bogdan Florea, sum á einum góðum degi kann skjóta nógv mál. Eisini koma fá mál ígjøgnum, og liðið hevur tveir eins góðar málmenn.
Veikleikar:
Í hvørjum dysti hava eitt eina løtu har teir ikki skorað. Teir blíva ófarligir í álopsstøðu. Hesa løtuna tekur ongin ábyrgd og H71 hevur mist fleiri dystir á gólvið orsaka av hesum. Tá H71 fær niðurtúr, so er hann mangan kollektivur og tað gongur ov leingi, áðrenn teir klára at venda gongdini.
Stjørnuspælari: (Liðið)
Eg haldi ikki, at H71 hevur eina stjørnu á liðnum. Teir hava hinvegin eitt javnt gott lið.
Lyklaspælari: (Rógvi Sørensen)
Hann er ikki eins sjónligur á málskjótingarlistanum, sum onkrir av hinum, men hann er grundin undir álopsspælinum hjá H71. Hann spælir hinar upp og spælir støðugt væl.
Jokari: (Bogdan Florea)
Spælir Bogdan upp til sítt besta, so er hann ikki til at steðga. Aðrar tíðir sær hann út sum ein, ið ikki tímur at spæla hondbólt. Fyrr fall liðið við honum, men nú verður hann bara skiftur út og hinir traðka til.
VÍF
Styrkir:
VÍF hevur breiðasta og besta hópinum í landinum. Teir hava gott fólk á øllum plássum. Teir hava eisini røttu blandingina av ungum og royndum spælarum. Teir spæla fjølbroyttan hondbólt og kunnu tillaga seg mótstøðuna.
Veikleikar:
Teir hava bara ein málmann. Tað leggur stórt trýst á Eli Muller. Eisini missa teir fokus, tá teir eru greitt á odda. Hetta hevur kostað teimum stig í dystum, sum tær aldrin skuldi havt mist stig í. Tað er serliga móti endanum av dystinum at tað hendir.
Stjørnuspælari: (Eli Muller og Filip Jojic)
Eli Muller er týdningarmikil fyri VÍF. Alt avhongur av honum í málinum. Eisini Filip Jojic er stjørnan á liðnum. Hann skjýtur nógv mál og tí leggja fólk eisini merki til hann.
Lyklaspælari: (Agnar Joensen)
Strikuspælarin er drívkraftin aftan fyri liðið. Hann gongur á odda og fær hinar við í kríggj. Hann er ein sannur liðleiðari. Teir ungu síggja upp til hann og teir eldru fylgja honum.
Jokari: (Regin Joensen og Magnus Muller)
Gonur ikki eftir vild hjá Filip Jojic, so kunnu bæði Regin Joensen og Magnus Muller koma inn og gera mun. Teir skjóta báðir væl og koma teir fyrst í gongd, so verða teir ringir at steðga.
Úrslit:
Hyggja vit eftir spælarum og tølum, so havi eg VÍF til at hava ein lítlan fyrimun. Men H71 hevur havt eitt gott tak á VÍF og hevur tí eitt mental tak tá vestmenningum. Hesin dysturin verður tættur og spennandi.