Sladiana fær onga jólagávu frá landstýrinum

Jákup Vestergaard harmast um longu avgreiðslutíðina, ið málið um Sladianu Petrovic hevur fingið, men ætlar at halda lógina. Hann fer ikki at biðja løgtingið lóggeva í málum um einstakar útlendingar. Hann sigur tó, at hann hevur raðfest broyting í lóggávuni høgt.

Útlendingamálið
 
Hálvgum tíggju í morgun handaðu Kári á Presttrøðni, arbeiðsformaður og Rodmund á Kelduni, starvsfólk á Fiskavirking í Miðvági Jákupi Vestergaard landstýrimanni í innlendismálum tvey mótmælisskriv um viðferðina Sladiana Petrovic hevur fingið í Føroyum. Tað eina mótmælið var frá starvsfólkinum á Fiskavirking í Miðvági, og hetta høvdu øll undirskrivað. Hitt var frá vágafólki, tað hevur ligið frammi í handlunum í oynni og hetta høvdu 2000 fólk undirskrivað. Hetta er sera stórur prosentpartur av vágafólki, tí stívliga 2900 fólk búgva í Vágunum. Bæði skrivini mótmæltu viðferðina, ið Sladiana og onnur í hennara støðu hava fingið frá almennu Føroyum.
Jákup Vestergaard helt, at hetta vísti í hvussu stóran álvara fólk tóku hetta mál, og at 2000 undirskriftir vóru sera nógvar undirskriftir, og hetta sjálvandi gjørdi stórt inntrykk á hann. Hann segði tó, at hann ikki ætlaði at virka ímóti lógini, og lógin er greið. Tá tú fært arbeiðsloyvi er tað til eitt ávíst arbeiðspláss, og arbeiðsgevarin skal tryggja sær, at tú sum útlendingur hevur neyðuga stemplið í passinum, áðrenn hann sleppur tær til arbeiðis.
 
Málið var ikki nóg væl lýst
Kári á Presttrøðni vísti á, at Fiskavirking hevði søkt eftir fólki fleiri ferðir hjá ALS og í miðlunum, men uttan úrslit, og  at virkið manglaði fólk, meðan ein tann besta arbeiðsorkan hjá virkinum sat heima og bíðaði eftir at verða send av landinum. Hetta helt hann vera burtur úr vón og viti.  Jákup Vestergaard helt, at hetta vóru viðkomandi upplýsingar, ið áttu at havt verið tiknir við í viðgerðina. Arbeismarknaðarstøðan í viðgerðini var tann, at arbeiðsloysi er í Føroyum. Hesa niðurstøðu er innlendismálaráðið komi til úr tølum frá ALS, ið er parturin, sum veitir upplýsing í slíkum málum. Hann heitti staðiliga á arbeiðsgevarar, ið søkja um loyvi vegna útlendingar, at vísa á hvussu arbeiðsmarknaðarstøðan er.
 
Eingin jólagáva
Jákup Vestergaard sigur, at hann fer ikki at biðja løgtingið lóggeva í málum um einstakar útlendingar. Í staðin skal ein útlendingapolitikkur orðast  innan á ólavsøku, miðjar Jákup Vestergaard ímóti. Síðan skal sjálvt lógarsmíðið gerast. Hetta skal gerast í Danmark, og tað kann taka tíð, tí skipanirnar eru tungar at fáast við, sigur Jákup Vestergaard. Hann vónar ikki, at tað fer at taka ov langa tíð, men kann ikki siga nakað konkret, um nær lógin verður liðug at seta í gildið við kongaligari fyriskipan. Hann er ikki heilt sannførdur um, at arbeiðsloyvið hjá útlendingum ikki skal vera knýtt at einum ávísum arbeiðsgevara, eins og summi hava tosað um. Men ætlar at gera eina lóg fyri útlendingar, ið liggur tættari viljanum hjá løgtinginum og Føroya fólki, enn verandi lóg.
 
Sladiana breyt lógina
Landstýrismaðurin í innlendismálum vildi helst ikki úttala seg um hetta einstaka málið, men tá Kári á Presttrøðni greiddi frá, at Fiskavirking hevði søkt, um loyvið bert fáar dagar eftir, at Sladiana var byrja í starvinum. Svaraði Jákup Vestergaard So breyt Sladiana Petrovic útlendingalógina, tí hon sostatt fór til arbeiðis á Fiskavirking í Miðvági, áðrenn arbeiðsloyvið var komið upp á pláss. Eg veit ikki í hvønn mun, hetta hevur spælt inn í málsviðgerina, men um eg gjørdi tað sama t.d. í Avstralia, hevði eg fingið fótin eitt vist stað.
Hann vísir eisini á, at málið, sum nú er, liggur í Danmark hjá udlændingestyrelsen, og innlendismálaraðið tí ikki hevur nakað at siga í málinum. Vanliga tekur avgreiðslutíðin í Danmark nakrar mánaðar. Um Sladiana fær noktandi svar, kann hon kæra málið, og viðleggja upplýsingar, sum teir um broyttu arbeiðsmarknaðarstøðuna.
 
40 útlendingar í sama báti
Kári á Presttrøðni vísti á, at hann visti um eini 40 útlendingar, ið sita í somu støðu og bara bíða eftir, at løgreglan bukar á dyrnar. Kári vildi vita nær hesir fingu svar, ella um teir skuldu bíða í 14 mánaðar eins og Sladiana. Jákup Vestergaard kundi vissa um, at avgreiðslutíðin verður styttri frá nú av. Men vísti samstundis á, at Sladiana ikki hevðið fingið annað svar, hevði avgreiðslutíðin verið styttri.