Føroysku landsliðsleikararnir, Ásla Johannesen og Lív F. Arge, hava sín gerandisdag í danska felagnum, FC Nordsjælland, sum nú raðfestir kvinnufótbóltin nógv hægri enn nakrantíð áður.
Fyri stuttum spældi FC Nordsjælland fyrsta dystin í nýggja kappingarárinum, tá FC Nordsjælland tók ímóti Østerbro IF. Og sigast má, at dysturin hilnaðist væl hjá teimum báðum føroysku leikarunum. Ásla Johannesen kom nevniliga á máltalvuna tvær ferðir og Lív F. Arge stóð væl í verjupartinum.
Dysturin millum FC Nordsjælland og Østerbro IF endaði við 3-1 sigri til FC Nordsjælland. FC Nordsjælland spælir í triðbestu donsku deildini hjá kvinnum.