Hon arbeiddi í mong ár í Suðuroyar Sparikassa í Vági. Pápi Áslu var Rudolf, sum var sonur Helenu og Magnus á Gørðunum í Vági. Mamman var Elsa fødd Seitzberg, sum var ættað úr Keypmannahavn. Ásla er fødd niðri, og har gekk hon í fyrsta flokki. Mamman doyði, tá ið Ásla var sjey ára gomul. Tá komu Ásla og systkini Hanna og Magnus til ommuna og abban í Vági, og har vuksu tey upp. Tá vóru Helena og Magnus farin um tey seksti. Tey áttu sjálvi ellivu børn. Flestu teirra vóru tá vaksin og farin heimanífrá, men tað var ikki eiti á taki, sum tey tóku, tá ið tey so at siga byrjaðu av nýggjum og fingu trý smábørn í húsið.
Hanna býr framvegis í Vági, og Magnus, sum búði niðri, doyði fyri trimum árum síðani.
Ásla tók preliminerprógv í Vági í 1947. Hetta var fyrsta ferðin, at próvtøka av hesum slagnum var í Vági. Frammanundan vóru næmingarnir farnir norður á Tvøroyri til próvtøku. Tey vóru fjúrtan í fyrsta preliminerflokkinum, sum tók prógv í Vági.
Eftir lokið prógv var Ásla í skrivstovustarvi hjá a/s J. Dahl í Vági. Í 1952 leyk hon hægri handilsskúlaprógv á Niels Brock handilsskúlanum í Keypmannahavn, og so var hon aftur í felagnum á Gørðunum fram til 1957. Tá ið børnini komu, var Ásla í fleiri ár heima hjá teimum.
Í 1973 fór Ásla í Suðuroyar Sparikassa at arbeiða. Har var hon, inntil hon var 65 ara gomul. Frá 1978 og fram til 1985 var hon annar av stjórunum í sparikassanum.
Eftir at Ásla var farin úr starvi í sparikassanum, fekk hon sær gávubúð. Hon hevur framvegis gávubúðina, sum eisini selur skrivstovuútgerð.
Í fleiri enn tríati ár sang Ásla í Ljómi, sum pápasystir hennara, Edith Dahl, setti á stovn og leingi stjórnaði.
Ásla var gift Juliani Joensen, sum eisini var ættaður úr Vági. Tey búsettust vesturi í Bø. Julian var bara 61 ára gamalur, tá ið hann andaðist 7. juni í 1992. Í hjúnarbandinum vóru trý børn - Eyðun, sum andaðist 18. juni í 2002, Marlena sum býr í Danmark, og Jón sum býr í Vági. Ommubørnini eru ellivu í tali, og langommubørnini eru tvey.
Føðingardagin heldur Ásla saman við sínum næstu.









