Starvsstovan hevur góðtikið umstøðurnar og harvið játtað løggildan av sláturhúsinum.
Sláturhúsið í Dímun er tað einasta í landinum, sum er løggildað til slátur.
Úr Dímun siga tey, at tað er ein stórur dagur at hava fingið hesa løggilding.
- Vit hava arbeitt miðvíst og nýtt hvørja fríløtu at fyrireika og byggja henda bygning. Útgrevsturin byrjaði 2. juni 2007, so tað er nógv tíð farin við hesum arbeiði og nógv góð fólk hava veitt hjálpandi hond, siga bóndahjúnini í Dímun, Jógvan Jón Petersen og Eva í Dímun.
Løggildingin merkir, at tey í Dímun hava framíhjárætt í samband við sølu út í handlarnar, nú tey lúka krøvini í komandi matvørulógini.
Tey hava kortini ikki ætlanir um at fletta fyri onnur, men møguliga at góðska víðari sínar egnu vørur.