Sláturhús til øll høvi

- Alt er klárt frá okkara síðu. Nú bíða vit bert eftir svari frá myndugleikunum, sigur Jógvan Jón Petersen í Stóru Dímun.

Hansara húski er annað teirra, sum nú eru búsitandi á minstu útoyggj okkara. Ætlan er nú løgd fram um eitt sláturhús.

Hóast tey búgva fjarskotið og burtur frá meginøkinum, hava tey ikki avskorið seg frá at hugsa nýtt.

Heldur hinvegin, er kanska meiri líkt til, at tey hava hugsað nógv um og hava fyrireikað seg væl, við at fáa eitt annað vinnuligt bein at standa á.

Ætlaða sláturhúsið fer væntandi at kosta einar 800.000 kr., og verður nú arbeitt við at fáa játtan og góðkenning.

Tað serstaka við hesum sláturhúsinum er at tað kann gerast ein “útflutningsvinna” hjá bóndafólkinum í Stóru Dímun.

Tað er nevniliga gjørt soleiðis, at tað kann brúkast allastaðni. Við hesum verður haraftrat gjørligt at framleiða góðan vistfrøðiligan mat.

 

 

Liðiligt

Sjálvur hevur Jógvan Jón og hansara húski búð herúti tey seinastu árini.

Sum umrøtt í Sosialinum herfyri er ein onnur familja av Argjum við børnum flutt út hagar at búgva í eitt ár.

- Í dag er støðan hon, at vit eru níggju fólk í oynni, og miðalaldurin er bert 23 ár, sigur hann.

Grundarlagið undir virkseminum í oynni er seyðurin, neytini og flogfenaðurin. Men tey hava ikki hug bert at líta á hetta.

Hugsanin um at gera eitt sláturhús hevur verið í umbúna í eina tíð, og nú er tekningin liðug og málið lagt fyri myndugleikarnar til støðutakan.

Tey hava fingið góða hjálp frá millum annað Útoyggjafelagnum til at evna eitt slíkt sláturhús til, soleiðis at tað kann brúkast til so ymiskt virksemi sum tilber.

Tað serstaka við virkseminum í hesum húsinum er, at tað í veruleikanum er rættiliga liðiligt í bygnaði: Tað kann nýtast á øðrum støðum og í ymiskum støddum, alt eftir tørvi.

Í sláturhúsinum verður møguligt at slakta neyt og seyð, at royta fugl, at garva og eisini fyri royking.

Málið hevur verið til viðgerð m.a. í Innlendismálaráðnum, og hagani skuldi eitt svar koma fyrsta dagin.

Um - og tá! - hetta sláturhúsið verður veruleiki í Stóru Dímun, er ikki óhugsandi at hugskotið kann verða útflutt til aðrar útoyggjar í landinum.