Djóraverndarfelagið
Jonna Justinussen
Hví skulu vit í Føroyum vera so oldnordisk, tá tað snýr seg um dráp av seyði? Í degi og viku 2. okt. varð víst, hvussu menn drupu seyð, har bleiv framhevað, at her drupu teir upp á tann gamla mátan, sum um tað var í lagi.
Hvussu gamal skal mátin vera? Skulu vit aftur í miðøldina ella longur aftur, har byrsan ikki var uppfunnin?
Fyri umleið 30 árum síðani segði táverandi djóralæknin, Dánjal Bærentsen, at í dag er tað ongin sum stingur. Allir skjóta. Soleiðis at skilja, at í dag eru allir so skilagóðir og vilja drepa á skjótasta hátt. Og nú í dag 2006 letur tað til at vera í lagi at drepa, sum teir gjørdu í fornum tíðum. Sjónvarpsfilmurin varð gjørdur, uttan at nakar setti nakran spurning.
Frá pálítiligari keldu vita vit, at á eini útoyggj drupu tey seyð við at skjóta. Hetta er fyri minst 80 árum síðani og líka til denna dag. Hvussu gamal er tann gamli mátin? Er so ikki betri at spyrja, hvussu primitiv eiga vit at sleppa at vera í hesum landi?
Í sjónvarpssendingini blivu vit forskánaði fyri at síggja nógv blóð, vit sóu bert, hvussu pent og ruddiligt har sá út. Skjótt gekk tað fyri seg, professionelt arbeiði, og seyðurin var ikki niðurbundin. Tøkk fyri tað.
Allir eru minni enn so professionellir, og tað kann tó ikki tykjast annað enn óhugnaligt at hugsa sær, at tilkomnir, og má man rokna við væl at sær komnir menn, fyri at halda tað oldnordiska í hevd, óátalaðir og óstraffaðir læra synir sýnar at drepa seyð við at stinga. Einaferð skal vera tann fyrsta, og so kunnu teir standa har og prika og smástinga, meðan teir leita eftir tí rætta staðnum. Ímynda tær tað? Nei, ikki er tað nakað at reypa sær av, at man drepur seyð uppá tann gamla mátan.
Tá eitt lamb verður dripið við at verða stungið, so svímar tað fyrst av blóðmangul, og at enda doyr tað. Einaferð fekk Djóraverndarfelagið boð um ein mann, sum ikki dugdi at stinga, men gjørdi tað alíkavæl. Hevði sjónvarpið víst tað, so hevði alt Føroyaland verið á gosi, og tað hevði straks blivið forboðið at stungið seyð.