Slíta samstarvið um barnavernd í Suðuroy

Vágbingar og porkerningar hava nú slitið samstarvið við hinar kommunurnar um felags barnaverndina í Suðuroynni

 Samstarvið um eina felags barnavernd í Suðuroy endar nú á nýggjárinum.

Tað er greitt eftir at bæði Vágs Býráð og bygdaráðið í Porkeri í gjárkvøldið einmælt samtyktu at siga samstarvið við hinar fimm kommunurnar í Suðuroy um felags barnaverndina, upp frá 31. desember.

Ístaðin fara vágbingar og porkerningar nú at skipa sína egnu barnavernd, sum verður felags fyri báðar kommunurnar.

Frammanundan hava Vágur og Porkeri eina felags sosiala deild, samstundis sum hinar fimm kommunurnar hava eina felags sosiala deild.

Tá ið kommunurnar fingu barnaverndarøkið at umsita, varð eisini roynt at skipa eina felags sosiala deild fyri alla oynna, men tað fór í vaskið, tí kommunurnar kundu ikki semjast um treytirnar. Endin var, at vágbingar og porkerningar fóru burtur úr samstarvinum, men stovnaðu sína egnu sosialu deild.


Samstarvstrupulleikar

Á býráðsfundinum í Vági í gjárkvøldið varð ført fram, at tað er sosiala deild hjá Porkeri og Vági, sum hava mælt kommunustýrunum báðum at fara burtur úr samstarvinum um tað felags barnaverndina fyri alla oynna.

Tað kom fram, at tað eru samstarvstrupulleikar við umsitingina hjá barnaverndini, sum nú er orsøkin til, at samstarvið er sagt upp.

Sølvi Andreasen, sum er formaður í sosialu nevnd hjá Vágs Býráði, staðfesti, at stovnar í Vági og Porkeri, sum hava við barnaverndarmál at gera, eru stórliga ónøgd við ta tænastu tey fáa frá umsitingini hjá umsitingini hjá barnaverndini.

- Stovnar, sum vit hava verið í sambandi við, siga, at tey eru so ónøgd við tænastuna, at tey í mest møguligan mun lata vera við at leggja mál fyri barnaverndina.

Mál, sum verða løgd fyri barnaverndarumsitingina verða handfarin so illa, at teir ymsu stovnarnir royna heldur at loysa málini sjálvi, har tað yvirhøvur ber til, ístaðin fyri at fáa barnaverndina upp í.

Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, sigur, at tá ið tey fingu varhugan av, at samstarvið ridlaði, settu tey seg í samband við ymsar stovnar, sum hava við børn at gera og har fingu tey váttað, at stórur samstarvstrupulleikar eru.

Av tí, at talan er um sera eym persónsmál, vil hon ikki nevna ítøkilig dømi.

Men hon sigur, at tey hava roynt at taka trupulleikarnar upp við umsitingina hjá barnaverndini, men har varð alt afturvíst.

Tey hava eisini nevnt møguleikan at fáa nýggja leiðslu á barnaverndarumsitingini, men heldur ikki tað fingu tey undirtøku fyri.

- Tað er ómetaliga harmiligt, men sum støðan er nú, hava vit tískil ongar aðrar útvegir enn at siga samstarvið upp og tað hava vit so gjørt nú, sigur borgarstjórin í Vági.

- Tað bar ikki til at fáa samskifti í lag um teir trupulleikar, vit høvdu og tí høvdu vit onki val uttan at taka ta støðu, vit hava tikið, leggur hon afturat.

Nú hetta samstarvið er endað, er bara eitt málsøki, sum allar kommunurnar í Suðuroy samstarva um og tað er Námsfrøðiliga serfrøðila ráðgeving, ella NSR- tænastan, sum hon vanliga verður nevnd.


Ongin viðmerking

Umsitingin hjá felags barnaverndini í Suðuroy heldur til á sosialu deild hjá Tvøroyrar Kommunu og leiðari har er Susanne Madsen.

Hon sigur, at hon hevur ongar viðmerkingar til málið, í øllum førum, sum støðan er nú.

Men hon leggur kortini afturat, at hon er als ikki samd í, at barnaverndarmál verða handfarin so illa, at stovnar hava nakra sum helst orsøk til at grund at aftra seg fyri at leggja mál fyri barnaverndina.

Hon kennir heldur onki til, at samstarvstrupulleikar eru ímillum barnaverndarumsitingina og teir stovnar, sum hava við børn at gera.

- Vit hava ongar trupulleikar at samstarva við tey, sum skulu samstarva við, leggur hon afturat.