Suðuroyar Sparikassi kemur nú við einum heilt nýggjum produkti á føroyska marknaðin. Talan er um sonevnd CO2-lán, sum sparikassin veitir kundum sínum í sambandi við orkusparandi tiltøk so sum bjálving ella útskiftan av vindeygum.
Talan er um eitt tilboð í trimum stigum, tríggjar sonevndar pakkar. Pakki eitt er ein grundfrágreiðing um húsini, og hvussu tey liggja í mun til meðaltalið av orkunýtsluni. Hetta er ein pakki, sum sparikassin í veruleikanum fíggjar.
Kundin hevur síðani møguleikan at fara víðari og fáa kannað húsini gjølligari. Framd verður ein termografitest, har termografiskar myndir verða tiknar. Hesar vísa, hvar húsini eru ótøtt, og hvar hiti streymar út og kuldi streymar inn.
Eisini verður í hesum pakkanum mælt til, hvørji tiltøk løna seg best hjá kundanum at fremja, tí tað er langt frá eitt eintýðugt svar til orkusparing.
Tað kann vera bjálving, sum lønar seg best. Tað kann vera útskifting av vindeygum, sum lønar seg best. Tað kann vera útskifting av oljufýrinum, sum lønar seg best. Ella tað kann vera okkurt heilt fjórða.
Arkitektafyritøkan Martin E. Leo vil í hvørjum einstøkum føri geva eitt tilmæli til, hvar kundin skal seta inn í orkusparing síni.
Trýsttest
Kanningarnar í Pakka 2 eru ógvuliga umfatandi. Umframt termologitestina og –myndir, verður eisini ein sonevnd trýsttest framd. Hon fer fram á tann hátt, at úthurðin verður tikin úr, og ein súgvari settur í í staðin. Síðani verður sogið eitt undirtrýst í húsunum, sum verður mált til eitt ávíst virði. Út frá hesum sæst, hvussu tøtt ella ótøtt húsini eru.
Í Danmark er eitt mark fyri, hvussu ótøtt húsini kunnu vera, og lúka tey ikki krøvini, verður eigarin noyddur at gera ábøtur á húsini, til tey lúka krøvini. Í Føroyum eru kortini eingi slík krøv.
Pakki 3 er í veruleikanum tað, sum danir nevna fyri eina »tilstandsrapport«, ella støðufrágreiðing, har mett verður um støðuna, húsini eru í í síni heild.
Søren Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, sigur, at tað undir øllum umstøðum er ein fyrimunur hjá fólki at hava eina støðufrágreiðing um hús síni, ikki minst tá hesi verða keypt og seld.
Hann sigur, at tað er í áhugamálum sparikassans, at fólk brúka minni orku og harvið lata minni CO2 út. Og tað eru mangir mátar at spara orku upp á.
Til dømis ber til at bjálva húsini, um tey ikki eru væl bjálvað framman undan, tað ber til at skifta vindeygu til lágorku vindeygu, talan kann verða um nýggja hitaskipan, ella tað kann verða at skifta køliskáp, frystiboks og aðrar el-lutir til A-merki.
Vanligt lán
Hetta er sum nevnt eitt heilt nýtt tilboð, ikki bert í Føroyum, men allarhelst á alheims plani. Hugskotið er sprottið úr einari danskari sjónvarpsrøð, nevnd »Guldregn«, har ein orkuserfrøðingur og ein bankamaður fóru út at vitja púra vanlig húsarhald fyri at finna fram til, hvussu hesi kundu minka um orkunýtsluna, samstundis sum tey spardu pening. Og tað er júst hetta, sum Suðuroyar Sparikassi nú bjóðar sínum kundum – fyrst og fremst, tí koma aðrir kundar og vísa áhuga fyri láninum, verður eisini hugt at teimum.
Talan er um vanlig sethúsalán við rætti til rentustuðul, og talan verður um lítla og onga stovningarprovisjón. Tað merkir so aftur, at sparikassin ikki hevur tann heilt stóra vinningin upp á hesi lánini.
Fyri at verða verandi við kostnað. Pakki 1 kostar smáar 6.000 krónur, og tað er sum nevnt Suðuroyar Sparikassi, sum rindar fyri hann. Pakki 2 liggur um góðar 10.000 krónur og Pakki 3 kostar smáar 20.000 krónur.
Tað henta í hesum er, at við hesum seinnu pakkunum fær kundin ítøkiligt tilmæli um, hvat loysir seg best hjá honum at gera, og hvar størsta nyttan er av orkusparandi tiltøkum.
Eisini fær kundin við triðja pakkanum eitt tilmæli um, hvørt húsini eru egnað til grøna orku.
Søren Bruhn sigur, at kunnandi fundir verða í Suðri og í Havn 20. og 21. januar, har greitt verður frá hesum nýggja tilboðnum á føroyska peningamarknaðinum.